Rás 2 vinir
Skal StÍF halda lív í vónini at røkka FM-finalunum, so er neyðugt at liðið á heimavølli í høllini á Skála vinnur á Neistanum, sum gjørdi ein vørr farna vikuskiftið við einum 31-30 sigri á VÍF í Vestmanna.
StÍF er fimm stig aftanfyri H71, sum er á 2. plássi, og eru tí pískaðir at vinna, men hetta verður uttan stórskjúttan. Sveinur Justinussen hevur ein skaða í tánni, sum heldur hann uttanfyri nakrar vikur.
Dysturin millum StÌF og Neistan byrjar klokkan 16 sunnudagin. Hondbóltssendingin byrjar klokkan 15.30, har vit fáa endan við av báðum kvinnudystunum. VÍF/Tjaldur og VB spæla í Runavík og StÌF og Neistin spæla á Skála. Báðir dystirnir í fremstu kvinnudeildini byrja klokkan 14.30.
Heri Simonsen verður í Rásarúminum. Tá hondbólturin er liðugur fer Heri at tosa við Rúna Nolsøe og Oddbjørn Joensen, venjarar hjá EB/Streymi og HB, sum eru liðini, sum spæla finaluna í klaksvíkskappingini, sunnudagin klokkan 15.15.