Rás 2 vinir
Klokkan 13.30 leygardagin 9. februar spæla kvinnurnar hjá Neistanum og VB steypafinalu, og klokkan 16.00 spæla mennirnir hjá StÌF og KÍF steypafinalu.
Báðar steypafinalurnar verða spældar í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen koma at siga frá steypafinalunum.
Longu klokkan 11 byrjar Rás2 við upptaktsprátum og tónleiki. Klokkan 13 til 18 verður hondbóltsfrásøgn og hondbóltsprát úr høllini á Hálsi, og aftaná klokkan 18 og fram til klokkan verður Gullradio við vinnarasangum, innsendum sms´um og vinnaraprátum.