"Slagið um Kongabrúnna" - mánamorgun klokkan 11.15

TRYGD og Tryggingarfelagið fara at kappast í Firmakappingini hjá Rás2 mánamorgun klokkan 11.15

02.02.2013 (17:57)

Lagt er upp til "Slagið um Kongabrúnna" á Rás2.

Mánamorgun 4. februar klokkan 11.15 kappast TRYGD og Tryggingarfelagið í Firmakappingini hjá Rás2.

Seinast liðini kappaðust dróg Tryggingarfelagið longsta stráið. Nú fáa vit so at síggja, um TRYGD megnar at hevna ósigurin.

Lurtararnir fáa væntandi og vónandi eina spennandi kapping millum tveir grannar og kappingarneytar, sum síggja yvir á hvønn annan á Kongabrúnni hvønn arbeiðsdag.