Rás 2 vinir
Fríggjadagin 1. februar klokkan 11.15 verður vónandi og væntandi enn ein spennandi firmakapping á skránni hjá Rás2.
Tá verður talan um eina lokaluppgerð í Runavík.
MEST í Runavík og Berglon fara nevnliga at kappast tá. Berglon stóð seg væl í "Ársins Handli" hjá Vikublaðnum, og nú fer so at vísa seg, um Berglon eisini fer at standa seg væl í Firmakappingini.
Mánadagin vann Auto Service 16-15 á Bilasøluni.