Rás2 sigur frá tveimum hondbóltsdystum sunnudagin

Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen siga frá hvør sínum dysti í Atlantic Airways deildini

30.01.2013 (18:30)

StÍF og KÌF hita upp til steypafinaluna við hvør sínum heimadysti.

Oddaliðið KÍF tekur ímóti Neistanum í Kollafirði, og StÍF tekur ímóti H71 í høllini á Skála, har StÍF-málverjin, Levi Nybo skal royna seg ímóti barndómsfelagnum, H71.

Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge (myndin) koma at siga hvør sínum dysti. Vit frætta eisini frá kvinnudystunum millum StÍF og Stjørnuna á Skála, umframt dystin millum VÍF/Tjaldur og VB í høllini í Runavík.

Hondbóltssendingin sunnudagin byrjar klokkan 15.30.